Fimm smittutilburðir í gjár

bannari
Fimm smittutilburðir í gjár
Í løtuni eru 43 fólk smittað av koronu
Nú eru fleiri enn 131.000 koronu kanningar gjørdar í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.10.2020 - 14:41

Enn eina ferð hevur landslæknin staðfest fleiri smittutilburðir í smittuketuni, sum landslæknin fylgir.

Í gjár vórðu fimm smittutilburðir staðfestir aftrat. Tey eru avbyrgd, og landslæknin er farin undir smittusporingina.

Tey fimm eru smittað í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu, sum landslæknin veit um, sigur Heilsumálaráðið.

1006 kanningar í gjár

Í gjár vórðu 1006 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 131.130 kanningar gjørdar.

472 fólk hava fingið staðfest koronusmittu í Føroyum. 429 fólk eru frísk aftur, o  sostatt eru 43 fólk smittað í løtuni.

Eingin er innlagdur við koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860