Navalnyj komin fyri seg aftur

Navalnyj komin fyri seg aftur
Andstøðupolitikarin ivast ikki í, at Vladimir Putin, forseti, skipaði fyri, at hann varð eitraður
Aleksej Navalanyj leggur russiska forsetan undir at hava skipað fyri, at hann varð eitraður
 
01.10.2020 - 09:57

Russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, er um at koma fyri seg aftur, eftir at hann varð eitraður.

Hann sigur seg ikki vera í iva um, at tað var russiski forsetin, Vladimir Putin, sum skipaði fyri, at hann varð eitraður.

Tað sigur hann við týska blaðið, Der Spiegel.

Til Týsklands

Navalnyj gjørdist sjúkur, tá hann var á vitjan í Sibir í august, og seinni varð hann flogin til Týsklands og lagdur inn á sjúkrahús har.

Kanningar, sum eru gjørdar av Navalnyj á týska sjúkrahúsinum, vísa, at hann varð eitraður við evninum, Novisjok. Royndirnar eru kannaðar í fleiri londum, millum annað í Fraklandi og Svøríki, umframt í Týsklandi.

Eg eri vísur í, at Vladimir Putin, forseti, stóð fyri ætlanini at gera av við meg. Eg komi ikki til nakra aðra niðurstøðu, sigur Navalnyj við Der Spiegel.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598