Bilarnir fingu skaða men ikki bilførararnir

Bilarnir fingu skaða men ikki bilførararnir
Eingin fólkaskaði var í ferðsluóhappinum í Kollafirði í gjár
Vikuskiftið hevur verið friðarligt, sigur politiið.
 
04.10.2020 - 12:01

Eingin fólkaskaði var í ferðsluóhappinum í Kollafirði í gjár.

Annar bilførarin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men slapp haðani eftir kanningina. 

Bara bilførarnir vóru í bilunum. 

Báðir bilarnir fingu stóran skaða.

Fór yvir á hina breytina

Óhappið hendi stutt fyri klokkan eitt í gjár. 

Tað hendi, tá bilurin framman fyri annan bilin í óhappinum setti ferðina niður, tí teir komu í bygt øki.

Hetta varnast hin bilførarin ov seint og fer tí yvir á hina koyribreytina fyri ikki at koyra upp í hin bilin.

Men á teirri breytini er ein bilur, sum koyrir mótsettan veg, og bilarnir renna saman.

Politiið fann útgerð til at roykja hash í einum bili, sum varð steðgaður í Klaksvík í nátt.

Eitt fólk er skuldsett í tí málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815