Setrið skal eftirmetast næsta ár

Setrið skal eftirmetast næsta ár
Mentamálaráðið hevur gjørt raðfestingar í fíggjarlógaruppskotinum
Fróðskaparsetrið. Ein uttanhýsiseftirmeting skal gerast næsta ár.
 
04.10.2020 - 11:50

Fróðskaparsetrið skal eftirmetast næsta ár.

Mentamálaráðið hevur biðið um eina millón krónur til hesa uttanhýsis eftirmeting.

Lógin um Fróðskaparsetrið sigur, at uttanhýsis serfrøði skal gera eftirmetingina.

Aðrar raðfestingar, sum Mentamálaráðið hevur í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021, eru hálv millión til Google Translate, 450.000 kr. til trivnaðaráðgeva hjá Námi. Trivnaðarráðgevin skal menna átøk, sum skulu steðga happing í skúlanum.

Symfoniorkestrið skal hava hálva millión afturat í 2021 og tað sama ÍSF.

Barnabløðini Strok og Píka7 fáa 300.000 kr. afturat og 200.000 kr. afturat verða latnar í stuðli til film.


 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533