Eingir áhoyrarar til nýggjárskonsertina

Eingir áhoyrarar til nýggjárskonsertina
Hesaferð verður dentur lagdur á at gera eina serstaka sjónvarpsframleiðslu
Eingin áhoyrari sleppur í Norðurlandahúsið at lýða á nýggjárskonsertina í januar
 
05.10.2020 - 15:55

Vanliga klappa áskoðararnir til Radetsky-marsjin á árligu nýggjárskonsertini, men soleiðis verður ikki í ár.

Nýggjárskonsertin, sum verður í januar, verður uttan áskoðarar, hevur stjórin í Symfoniorkestrinum boðað teimum luttakandi frá.

- Tað er ikki rætt at savna so nógv fólk, tá hugsað verður um, hvussu smittan kann breiðast, sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri.

Sostatt verða eingir áhoyrarar til nýggjárskonsertina í januar, og dentur verður hesaferð lagdur á at gera eina serstaka sjónvarpsframleiðslu.

Tað verða ikki bara áhoyrararnir, sum ikki verða til staðar, tá árliga nýggjárskonsertin verður í januar, tí heldur einki kór verður á konsertini.

Fyrsta nýggjárskonsertin í Føroyum varð hildin í 1994, og konsertirnar hava verið hildnar á hvørjum ári síðstu 26 árini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342