Meira enn 100.000 staðfest smittað í ein dag

bannari
Meira enn 100.000 staðfest smittað í ein dag
Fyri fyrstu ferð hevur talið av smittaðum um dagin í Evropa verið omanfyri 100.000 fólk
 
10.10.2020 - 15:38

Í gjár var ringasti smittudagur í Hollandi, Fraklandi, Italia, Spania og í øllum heiminum tilsamans.

Spanska stjórnin setti ígjár strong tiltøk í verk í høvuðsstaðarøkinum kring Madrid eftir at talið av smittaðum av álvara er vaksið seinastu tíðina.

Madrid avbyrgdur

Seinastu tvær vikrrnar eru 563 av hvørjum 100.000 fólkum í Madrid smittað, og tað er tvífalt so nógv sum miðaltalið fyri alt Spania.

El Pais skrivar, at 7.000 løgreglufólk eru send út á gøturnar at tryggja lóg og landaskil, og at geva teimum sekt, sum fara útum høvuðsstaðarøkið.

Myndugleikarnir í Madrid hava sagt, at tey vilja ikki hava tilmæli, sum raka rásarúmið hjá fólki, men kortini er kreppustøða lýst og strong tiltøk sett í verk nú.

Herða tiltøkini

Kreppustøða í Spania merkir herda tilbúgving, og at stjórnin kann avmarka rásarúmið hjá fólki, leggja hald á vørur og taka leiðsluna yvir vinnufyritøkum og øðrum virksemi, millum annað privatum sjúkrahúsum.

Støðan krevur at vit gera nakað og ikki bara standa hendur í hupp, sigur heilsumálaráðharrin, Salvador Illa. 

Hann heldur, at tað hevur týdning, at forða smittuni at breiða seg til aðrar partar av landinum. Tí er høvuðsstaðarøkið stongt.

Belgia stongir barrir

Í Brússel í Belgia eru barrir nú stongdar og verða tað í ein mánað, sum ein roynd at steðga smittuni at breiða seg. Belgia hevur leingi staðið ovarlaga á listanum við londum við stórum smittutali. 

Nú vóna myndugleikarnir, at hetta tiltakið fer at bøta um støðuna. Men fólk í Brússel eru ørkymlað, tí bara barrir og ikki matstovur eru stongdar. Og fótbóltskappingar verða spældar sum ætlað.

- Hetta er løgið. Í dag kann er fara til 7.000 fótbóltsdystir, men barrirnar eru stongdar, sigur Raphael Raya, borgari í Berlin, við Reuters.

Týskland best tamarhald

Í Týsklandi er talið av smittaðum eisini størri seinastu vikurnar, og myndugleikarnir hava skert upplatingartíðina hjá veitingarstøðum, so at tey hava stongt klokkan 23 til 6 á morgni.

Hetta er galdandi allan oktober. Batnar smittustøðan í Týsklandi ikki innan 10 dagar, verða koronutiltøkini herd, ávarar Angela Merkel, samveldiskanslari.

Vit fáa at síggja, um vit megna at varðveita tamarhaldið á smittuni í stóru býunum og økjum kring teir, soleiðis sum vit hava gjørt seinastu fýra mánaðirnar, ella um vit missa tamarhaldið, sigur Merkel.

Skeiv gongd í Italia

Týskland hevur higartil verið eitt av londunum í Evropa, sum hevur best tamarhald á koronufarsóttini. Til samanberingar, hevur Bretland fýra ferðir so nógv deyð, meðan Italia hevur tríggjar ferðir so nógv deyð av koronu. 

Í Italia veksur talið eisini nú, og seinastu dagarnar eru 5.000 nýggir tilburður staðfestir um dagin, tað mesta síðani 29. mars. Verri er í Russlandi. Har eru triðja dagin á rað meira enn 10.000 nýggir smittutilburðir staðfestir um dagin.

Men ringast stendur til í Bretlandi og Fraklandi, har fyri fyrstu ferð er boðað frá, at 20.000 fólk hava fingið staðfest smittuna í ein dag, vísa tøl frá fronsku myndugleikunum í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858