Skal eisini sigla millum Hvalba og Sand

Skal eisini sigla millum Hvalba og Sand
Strandferðslan hevur fingið loyvi frá Hvalbiar kommunu til kaipláss í Hvalba
Erla Kongsdóttir verður í Føroyum fyrst í november
 
14.10.2020 - 11:03

Strandfaraskip landsins ætla, at Erla Kongsdóttir skal sigla millum Hvalba og Sand, tá Smyrli berst frá onkran dag ella túr.

Erla Kongsdóttir siglir so skjótt, at hon kann sigla hvønn tíma úr Hvalba. 

Strandfaraskip landsins hava biðið um loyvi frá Hvalbiar kommunu til kaipláss í Hvalba.

Bygdaráðið er positivt, men endaligt loyvi er ikki givið.

Erla Kongsdóttir verður latin Strandferðsluni 24. oktober, og hon kemur til Føroya fyrst í næsta mánað. 

Avloysaraskipið verður eftir ætlan sett í sigling umleið 10. november.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952