Skjótt klárt at byggja lutaíbúðir

Skjótt klárt at byggja lutaíbúðir
Seks íbúðir eru í fyrra byggistiginum í Mýrunum í Vági
 
16.10.2020 - 08:20

Skjótt verður farið undir at byggja lutaíbúðirnar í Vági. Seks íbúðir eru í fyrra byggistiginum í Mýrunum.

Kommunan hevur givið byggiloyvi. Vágs kommuna, Bústaðir, Betri Banka og Norcon hava fingið í lag samstarv um byggingina.

Íbúðirnar eru 80 ella 90 fermetrar og hava ávikavist tvey og trý kømur. Innskotið er 310.000 krónur fyri 80 fermetrar og 350.000 krónur fyri 90 fermetrar.

Húsaleigan, sum eisini fevnir um streym og hita, viðlíkahald, trygging og annað, er 6.100 krónur um mánaðin. Ætlanin er, at seinna byggistigið verður á Stórheyggi fer í gongd eftir ársskiftið, um áhugi er fyri tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203