Húsarannsóknir í Fraklandi

Húsarannsóknir í Fraklandi
Húsarannsóknirnar hava samband við, at ein lærari varð skorin á háls, tí hann vísti Muhammed-keiputekningar, tá hann undirvísti um talufrælsi
Nógv fólk komu saman í París í gjár at minnast søgulæraran, Samuel Patty, sum varð dripin fríggjadagin
 
19.10.2020 - 15:30

Franska løgreglan hevur í dag gjørt húsarannsóknir hjá fleiri stríðshugaðum islamistum. 

Húsarannsóknirnar er gjørdar í sambandi við, at søgulærarin, Samuel Paty, fríggjadagin varð skorin á háls, tí hann hevði víst fram Muhammed-keiputekningar, tá hann undirvísti um talufrælsi. 

Tað upplýsa franskir myndugleikar.

Hendingin fór fram í Paris. 

Ellivu persónar, m.a. ein kendur stríðshugaður islamistur, eru handtiknir í sambandi við drápið, sum verður kannað sum yvirgangsálop.

Fatwa lýst

Sambært fronskum myndugleikum, er fatwa lýst móti læraranum. 

Pápi ein av næmingunum og ein kendur stríðshugaður islamistur lýstu fatwa, og mæltu til at drepa læraran, og fríggjadagin varð lærarin hálshøgdur, sigur franski innanríkisráðharrin, Gérald Darmanin, við útvarpsstøðina Europe 1.

Sambært blaðnum, Le Monde, er ein 15 ára gamal drongur handtikin og settur í varðhald. 

Ein 18 ára gamal úr Kekenia er høvuðsmaður fyri álopið. 

Hann doyði av skotum frá løgregluni, sum kom á staðið, eftir at hava fingið fráboðanina um yvirgangsálopið í útnyrðingspartinum av Par´ss.

Teir eru báðir handtiknir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858