Verjir ritgerð um sjósirm

Verjir ritgerð um sjósirm
Ritgerðin hjá Sigurdi Christiansen er um sjósirm, sum tekur seg upp, tá aldur bróta, og luft verður blandað upp í sjógvin
 
23.10.2020 - 11:58

Klokkan eitt í dag fer Sigurd Christiansen at verja ph.d.-ritgerð sína um sjósirm. 

Sjósirm tekur seg upp, tá aldur bróta, og luft verður blandað upp í sjógvin. 

Her skapast luftbløðrur, sum koma upp til vatnskorpuna, har tær bresta og senda elasmáar bitlar við salti og øðrum evnum út í lofthavið. 

Granskingarúrslitini økja fatanina av, hvussu sjósirm tekur seg upp, og hvørji útlitini eru fyri at skýgerð. Úrslitini økja okkara fatan av veðurlagnum. 

Verjan hjá Sigurdi Christiansen verður á netinum, og upplýsingar um leinki til stroymingina eru á gransking.fo.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486