Fáa undantaksloyvi at taða

Fáa undantaksloyvi at taða
Førka tekur tøð frá bóndum í millum annað Tórshavnar kommunu
Biogassverkið á Skarðhjalla. Undantaksloyvi krevst, tí taðing er bara loyvd frá 15.mars til 15. oktober
 
27.10.2020 - 16:03

Partafelagið Førka hevur fingið undantaksloyvi frá Tórshavnar kommunu til taðing hetta til 1. desember. Undantaksloyvi krevst, tí taðing er bara loyvd frá 15. mars til 15. oktober. 

Talan er um taðing við avgassaðum tøðum. Førka tekur tøð frá bóndum í millum annað Tórshavnar kommunu.

Níggju køstar skulu gerast í kommununi til avgassaðu tøðini, sum fara aftur til garðarnar. Kommunan hevur higartil givið byggiloyvi til tveir køstar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334