- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útnorðurráðið nýggjan formann

Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er nýggjur formaður í Útnorðurráðnum. Hetta varð avgjørt á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum í gjár.
Hann er formaður til næsta ársfund. Vivian Motzfeldt, forkvinna fyri grønlendsku nevndina, er næstforkvinna í ráðnum, og Guðjón S. Brjánsson, formaður fyri íslendsku nevndina, er annar næstformaður.
Koronusmittan ger, at tað ikki bar til at halda ársfundin sum vanligt. Ístaðin varð fundurin stroymdur á heimasíðuni hjá íslendska Altinginum.
Útnorðurráðið er ein felagsskapur millum Ísland, Grønland og Føroyar. Árligi fundurin í Útnorðurráðnum savnar fólkavaldu limirnar í ráðnum, har tey umrøða viðkomandi evnir.
Á fundinum í gjár varð millum annað samtykt, at londini skulu økja samstarvið um arktisk viðurskifti. Ráðið stuðlar somuleiðis ætlanunum hjá Føroyum og Grønlandi at gerast partur av heimsheilsustovninum WHO.
Næsti ársfundurin Í Útnorðurráðnum verður tann 31. august til 1. september í 2021. Tá skal ráðið eftir ætlan møtast í Føroyum.



























