Liljan Weihe stjóri á Visit Tórshavn

Liljan Weihe stjóri á Visit Tórshavn
Hon tekur við nýggja starvinum eftir ársskiftið
Liljan Weihe verður nýggjur stjóri á Visit Tórshavn
 
12.11.2020 - 16:01

Liljan Weihe verður nýggjur stjóri á Visit Tórshavn, og hon tekur við starvinum eftir ársskiftið.

LIljan Weihe er 41 ára gomul og útbúgvin samfelagsfrøðingur og journalistur á lærda háskúlanum í Roskilde.

Hon hevur m.a. verið deildarleiðari í Kringvarpinum, og nú kemur hon úr einum starvi sum ráðgevi hjá Sambandsflokkinum á fólkatingi.

Fremsta uppgávan hjá stjóranum og toyminum á Visit Tórshavn er at vekja áhuga fyri býnum og bygdunum í kommununi, og at tæna borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í høvuðsstaðnum.

Seks fólk starvast á Visit Tórshavn.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867