Fyrireika útbygging av flogvøllinum

Fyrireika útbygging av flogvøllinum
Byggiskráin, sum nú verður gjørd, er grundað á heildarætlanina, sum Vága floghavn fór undir at gera í fjør
Ferðafólkatalið er nógv minkað í Vágum, men arbeitt verður framvegis við ætlanini um at útbyggja floghavnina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
22.11.2020 - 10:24

Hóast korona hevur havt við sær, at ferðafólkatalið um Vága floghavn er nógv minkað, verður arbeitt við einari byggiskrá um at útbyggja floghavnina.

Tað hevur Fíggjarmálaráðið upplýst fíggjarnevndini, sum viðger fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár.

Byggiskráin er grundað á heildarætlanina, sum Vága floghavn fór undir at gera í fjør.

Heildarætlanin leggur upp fyri flogferðsluni næstu 20 árini. Talan er um stødd á bygningum, og hvar teir skulu vera, og umrøtt verður eisini at leingja flogbreytina.

Arkitektakapping

Byggiskráin, sum nú verður gjørd, skal verða grundarlag undir einari arkitektakapping millum føroyskar ráðgevar um, hvussu teir ætla, at tørvurin í framtíðini kann nøktast.

Á tann hátt fæst eisini ein meting av kostnaðinum av ætlaðu útbyggingunum, og hvussu byggjast kann út í stigum.

Vága floghavn sigur, at enn er støða ikki tikin til, nær farið verður undir at útbyggja floghavnina. M.a. er greiða ikki fingin á fíggingini enn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392