John Kerry veðurlagsráðgevi hjá Biden

John Kerry veðurlagsráðgevi hjá Biden
Fyrrverandi uttaníkisharrin í USA verður serligur ráðgevi hjá Joe Biden, tá hann tekur við forsetaembætinum
 
26.11.2020 - 06:22

John Kerry, fyrrverandi uttanríkisráðharri í USA, skal vera serligur veðurlagsráðgevi hjá Joe Biden. John Kerry var amerikanskur uttanríkisráðharri frá 2013 til 2017 í seinnu stjórnini hjá Barack Obama.

Sambært toyminum hjá Joe Biden vísir setanin av John Kerry, at Biden sær veðurlagsbroytingarnar sum eitt sera átrokandi, trygdarpolitiskt mál.

Sambært bretska blaðnum, The Guardian, hevði John Kerry tíðandi leiklut í at gera París-veðurlagssáttmálan. 

Kerry atfinningarsamur móti Trump

John Kerry hevur eisini verið sera atfinningarsamur móti Donald Trump fyri at taka USA úr París-sáttmálanum, sum skal fáa londini at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.

Eygleiðarar siga, at John Kerry ikki er so víðgongdur tá tað kemur til veðurlagslóggávu, og harvið hevur bestan møguleika fyri at finna semjur við republikanararar í senatinum.

Republikanski flokkurin hevur meirilutan í senatinum, og tí verður hetta helst ein av høvuðsuppgávum hansara, skrivar The Guardian.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356