Ísland: 20 prosent omaná góðgæti

Ísland: 20 prosent omaná góðgæti
Íslendska heilsumálaráðið arbeiðir við uppskoti um, hvussu fíggjarlig tiltøk kunnu betra fólkaheilsuna
 
28.11.2020 - 09:58

Ein arbeiðsbólkur í heilsumálaráðnum hevur júst handað uppskotum, har m.a. mælt verður til at leggja munandi størri avgjøld á góðgæti, so at tað verður dýrari at keypa, og at prísurin á sodavatni og øðrum søtum drykkjum hækkar við 20 prosentum.

Tað skrivar Morgunblaðið. 

 

Hækka meirvirðisgjaldið

Í uppskotinum frá arbeiðsbólkinum eru eisini uppskot um at seta vørugjøld á sodavatn og orkudrykkir, vatn við sitrónsýru, øll sløg av góðgøti, orku- og proteindrykkir, keks, køkur og annan bakstur.

Skotið verður eisini upp, at hækka meirvirðisgjaldið  á "ósunnar vørur - eitt nú leskidrykkir" úr 11 upp í 24 prosent.

Arbeiðsbólkurin sigur í frágreiðingini, at Heimsheilsustovnurin metur, at 20 prosent í avgjaldi á ósunnar vørur kann minka nýtsluna við líka nógvum prosentum. 

Ein íslendsk kanning vísur, at sonevnd "prís-toygging" fyri leskidrykkir er eitt prosent, og tað merkir, at fyri hvørt prosent, sum prísurin hækkar, minkar nýtslan av sodavatni eitt prosent, skrivar Morgunblaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290