Breddin: MSC, fólkaheilsa og ríkisfelagsskapur

Breddin: MSC, fólkaheilsa og ríkisfelagsskapur
Trý evni eru í Breddanum í dag
Dan Knudsen, fyrrverandi ríkisumboðsmaður, verður eisini í Breddanum í dag
 
03.12.2020 - 15:09

MSC-góðkenningin fyri sild og svartkjaft verður strikað 30. desember. Orsøkin er, at veiðan hjá føroyskum skipum og og skipum í hinum strandarlondunum eru ikki longur burðadygg. Men hvat merkir hetta fyri føroysku fiskivinnuna?

Samrøða verður við Odd Eliasen, stjóra á Havsbrún.

Fólkaheilsan er verri, enn vit geva okkum far um. Tað sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Hann eftirlýsir, at nýggja heilsukanningin hjá Fólkaheilsuráðnum verður tikin í størri álvara.

Og so hitta vit eisini fyrrverandi ríkisumboðsmaðurin, Dan Knudsen, til eina samrøðu um ríkisfelagsskapin.

Breddin eftir útvarpstíðindini klokkan 17.05
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851