Hasfjord siglir fyri Erlu Kongsdóttir

Hasfjord siglir fyri Erlu Kongsdóttir
Hasfjord siglir fyribils um Nósloyarfjørð fyri Erlu Kongsdóttir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.12.2020 - 14:24

At rútar brotnaðu á Erlu Kongsdóttir á veg úr Nólsoy til Havnar fyrrapartin, hevur við sær, at Erla Kongsdóttir er tikin úr sigling.

Hasfjord røkir siglingina um Nólsoyarfjørð fyribils. Hon tekur 12 ferðafólk.

Ferðaætlanin sæst á ssl.fo

Ógreitt er, nær Erla Kongsdóttir fer aftur í sigling.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Strandferðslan fer nú at venda sær til norsku skipasmiðjuna, sum hevur smíðað Erlu Kongsdóttir.

Tekniska deildin hjá Strandferðsluni kannar eisini málið, men tað er greitt, at rútarnir brotnaðu ikki, tí skipið fekk ein sjógv. Teir brotnaðu í le-borði.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114