- Tíðindi, mentan og ítróttur
109 skip fáa 1290 jólapakkar
109 skip fáa 1290 jólapakkar
Sjómanskvinnuringarnir um landið og onnur lata jólapakkarnar

Nú eru allir jólapakkarnir avgreiddir. Henda myndin varð tikin, tá Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, læt manningini á Vestborg jólapakkar
18.12.2020 - 15:39
Aftur í ár hevur Føroyska sjómansmissiónin latið jólapakkar til sjófólkið.
Tað eru sjómanskvinnuringarnir um landið og onnur, sum lata jólapakkarnar.
Nú er liðugt at bera pakkarnar umborð á skipini, og í ár eru 1290 pakkar latnir umborð á 109 skip.
75 fiskiskip, 21 handilsskip, 11 frálandaskip og 2 vaktarskip hava fingið pakkar.
Tað er ymiskt, hvussu nógvir mans eru umboð á hvørjum skipi. Okkurt skip hevur fingið 42 pakkar, meðan har, sum fæstir fóru umborð, fóru fýra pakkar.
Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, samskipar arbeiðið at fáa pakkarnar umborð á skipini.
Mett verður, at gott 20 skip fara at vera burtur um jólini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






















