ES góðkennir koppingarevni fyri koronu

ES góðkennir koppingarevni fyri koronu
Málið verður avgreitt í ES-nevndini í kvøld
Heilivágsstovnurin í ES hevur góðkent nýggja koppingarevnið fyri koronu
 
21.12.2020 - 15:42

Evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, mælir nú til at góðkenna koronukoppingarevnið frá fyritøkunum Pfizer og BionTech.

Tað boðar stovnurin frá í dag.

ES-nevndin skal eisini formliga góðkenna nýggja koppingarevnið.

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, sigur, at ES-nevndin fer ikki at leggjast á boðini, og fer at taka støðu til góðkenningina longu í kvøld.

Góðkenningin merkir, at flestu londini í Evropa fara at koppseta fólk fyri koronu 3. jóladag sum ætlað.

Íslendingar fáa eisini koppingarevni

Von der Leyen hevur í dag eisini havt samband við íslendska forsætisráðharran, Katrina Jakobsdóttir

Ísland og ES hava avtalað, at Ísland eisini fær part av fyrstu koppingarevnunum, tá tey vera góðkend í ES, og von der Leyen vissaði íslendska forsætisráðharran um, at ES stendur við avtaluna, eftir at óvissa brádliga tók seg upp um málið herfyri.

Heilsumálaráðið segði í síðstu viku, at Føroyar fáa góðar 4.700 skamtar av koppingarevninum í fyrstu atløgu, og at tey fyrstu verða koppsett millum jóla og nýggjárs.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672