Kreppufundur um koronustøðuna í Bretlandi

Kreppufundur um koronustøðuna í Bretlandi
Fundurin fer serliga at snúgva seg um vøruflutning millum Bretland og Frakland
10.000 lastbilar koyra millum Dover og Calais um dagin um jóltíðir
Mynd: Reuters  
 
21.12.2020 - 09:43

Boris Johnson, forsætisráðharri í Bretlandi, fer seinni í dag at halda kreppufund, nú Frakland fyribils hevur stongt markið til  Bretland, eftir at ein nýggj virusmutatión av koronavirusi er funnin og ger um seg í Onglandi. 

Eitt talsfólk sigur við The Guardian, at fundurin serliga verður um innflutning og útflutning av vørum, skrivar Ritzau.

Sambært BBC koyra umleið 10.000 lastbilar við farmi milum havnarbýin Dover í Bretlandi og franska havnarbýin Calais um dagin um jóltíðir.

Skrivstovan hjá franska forsætisráðharranum boðaði í gjár frá, at næstu tvey samdøgrini  skulu nýtast at gera nýggjar reglur í sambandi við kanningar. Hetta skal gerast í samstarvi við onnur ES-lond. Ikki fyrr enn tað er gjørt, verður markið til Bretland latið upp aftur, skrivar DR.  

Fleiri lond hava steðgað allari flogferðslu úr Bretlandi. Teirra millum eru Holland, Írland, Belgia, Frakland, Italia, Svøríki, Finnland og Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713