FIFA meldar fyrrverandi forsetan

FIFA meldar fyrrverandi forsetan
Altjóða fótbóltssamgongan sigur, at alt er ikki farið rætt fram í sambandi við eitt fótbóltssavn, sum fyrrverandi forsetin, Sepp Blatter, stovnaði
Sepp Blatter var forseti í FIFA frá 1998 til 2015. Nú er hann meldaður til løgregluna
 
22.12.2020 - 16:06

Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur meldað fyrrverandi FIFA-forsetan, Sepp Blatter, til løgregluna.

FIFA er komin fram á illgrunaverdar fíggjarligar umstøður í sambandi við stovnanina av fótbóltssavninum hjá FIFA í Zürich. Fótbóltssavnið endaði við at kosta FIFA eina hálva milliard sveisiskar frankar, sum eru 3,4 milliardir krónur í okkara peningi.

FIFA sigur, at gamla leiðslan við Blatter á odda brúkti 140 milliónir sveisiskar frankar til at umvæla ein gamlan skrivstovubygning frá 1970-unum, sum FIFA hvørki átti ella eigur. Samstundis vórðu 34 leiguíbúðir gjørdar í bygninginum. 

Dýr leiguavtala

Harumframt hevur FIFA, meðan Blatter ráddi fyri borgum, bundið seg til eina sera dýra leiguavtalu við tryggingarfyritøkuna, Swiss Life, sum eigur bygningin.

Leigumálið gongur út í 2045, og hevur tá kostað FIFA 360 milliónir sveisiskar frankar.

Fótbóltssavnið hjá FIFA hevur givið hall hvørt ár, síðani tað læt upp í 2016.

Sepp Blatter, sum í dag er 84 ára gamal, var forseti í FIFA frá 1998 til 2015. Sum partur av eini korrupsjónsgølu varð Blatter í 2015 dømdur í karantenu frá øllum fótbóltsvirksemi í átta ár.

Seinni varð tann karantenan stytt niður í seks ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638