Føroyingar í Føroyum kunnu nú fáa CPR-tal

Føroyingar í Føroyum kunnu nú fáa CPR-tal
Lógin, sum gevur ríkisumboðnum heimild til at geva donskum ríkisborgarum, sm búgva í Føroyum, CPR-tal, er komin í gildi í dag
Ríkisumboðið kann nú geva fólki, sum býr í Føroyum, CPR-tal.
 
01.01.2021 - 09:41

Frá í dag kunnu føroyingar, sum búgva í Føroyum, fáa CPR-tal.

Lógin, sum gevur ríkisumboðnum heimild til at geva donskum ríkisborgarum, sm búgva í Føroyum, CPR-tal, er komin í gildi í dag.

Fólk, sum ætla at klaga um avgerðir, sum eru tiknar sambært lógini, skulu senda klaguna til ríkisumboðið.

Fáa fólk ikki viðhald her, fer klagan til danska Sosial- og Innanríkisráðið.

Samskiftið hjá føroyingum við danskar stovnar og tænastur er sera nógv, og brúk er tí fyri einari smidligari skipan, so føroyingar kunnu fáa CPR-tal at nýta mótvegis almennum og privatum stovnum uttanfyri Føroyar, varð sagt, tá ríkislógartilmælið varð lagt fram.

Ongar ætlanir eru um at brúka CPR-talið í innanhýsis samskifti í Føroyum, varð eisini sagt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065