Heimsleiðarar fordøma ófriðin á Capitol Hill

Heimsleiðarar fordøma ófriðin á Capitol Hill
Leiðararnir siga seg vera bæði skakaðar og skelkaðar
 
07.01.2021 - 09:08

Heimsleiðarar um allan heim fordøma ófriðin, sum hevur verið í USA, og kalla hann skakandi, ræðandi og vanæruligan.

Politiskir leiðarar kring heimin siga seg vera skakaðar og skelkaðar. 

Mette Fredriksen, forsætisráðharri í Danmark, Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, Charles Michel, ES-forseti, Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, og Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi eru millum heimsleiðararnar, ið fordøma ófriðin, skrivar danska kringvarpið.

Mette Fredriksen sigur soleiðis:

- Ekstremisma, harðskapur, polarisering og ruðuleiki er ikki vegurin fram.  Ræðandi myndir frá Wasingthon. Mátti fólkaræðið aftur farið at virka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442