Rættarmálið móti Navalnyj longu byrjað

Rættarmálið móti Navalnyj longu byrjað
Russiski andstøðupolitikarin varð tikin, tá hann kom aftur til Russlands í gjár
Aleksej Navalnyj í flogfarinum á veg heim til Moskva í gjár. Nú er hann handtikin
 
18.01.2021 - 15:17

Rættarmálið móti russiska andstøðupolitikaranum, Alexej Navalnyj, er longu byrjað. Tað sigur talsfólkið hjá Navalnyj. 

Rættargongdin er tó ikki einum í rættarsali, men á løgreglustøðini, har Navalnyj situr, í útjaðaranum í Moskva.

Sambært upplýsingum byrjaði rættarfundurin í morgun. Navalnyj er ákærdur fyri ikki at hava hildið treytirnar í einum dómi. 

Handtikin í gjár

Alexey Navalnyj varð handtikin í gjár, tá hann koma aftur til Russland úr Týsklandi. Hann hevur fingið viðgerð í Týsklandi, eftir at hann varð eitraður í Russlandi í august í fjør. 

Eygleiðarar siga, at Kreml kemur í eina tvístøðu. Sleppur hann undan revsing, kann tað tykjast, sum Vladimir Putin, forseti, er veikur.

Men verður hann dømdur langa fongsulsrevsing, versnar umdømið hjá Putin úti í heimi, sigur politiski greinarin, Tatjana Stanovaja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012