Minst 3.000 handtikin undir mótmælisgongum

Minst 3.000 handtikin undir mótmælisgongum
Túsundtals fólk í Russlandi kravdu í gjár, at andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, skuldi leyslatast
Samanbrestir vóru í gjár millum løgreglufólk og viðhaldsfólk hjá andstøðuleiðaranum í Russlandi
Mynd: AP  
 
24.01.2021 - 09:13

Russiska løgreglan handtók meira enn 3.000 fólk og brúkti vald fyri at fáa tamarhald á mótælisgongum ymsastaðni í Russlandi í gjár.

Tað upplýsti óhefti eygleiðarafelagsskapurin, OVD-Info, í gjárkvøldið, sambært Reuters. Løgreglan sjálv sigur einki um talið á fólki, sum eru handtikin eftir mótmælisgongurnar í gjár.

Nógv fólk í Russlandi vóru í gjár savnað í fleiri russiskum býum við kravi um, at andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, skal verða leyslatin.

Stjórnin hevði bannað mótmælisgongunum

Í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, savnaðust minst 40.000 fólk seinnapartin í gjár, hóast stjórnin hevði bannað fólki at savnast í mótmælisgongum.

Av teimum 3.068 handtiknu fólkunum vórðu 1.167 handtikin í Moskva og 466 í Skt. Pætursborg. Eygleiðarafelagsskapurin, OVD-Info, sigur, at handtøkur vórðu gjørdar í tilsamans 111 býum í Russlandi í gjár.

Nógvar handtøkur vórðu uttan fyri fongslið har andstøðuleiðarin, Aleksej Navalnyj, verður hildin aftur. Millum tey handtiknu var kona hansara, Julia. Hon er kortini leyslatin aftur nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851