Toskaveiðan minkaði niður í helvt

Toskaveiðan minkaði niður í helvt
Bara 9.000 tons av toski vórðu landað í fjør, og afturgongdin er 53,5 prosent.
Nógv minni av toski varð landað í fjør enn í fyrraárið
 
28.01.2021 - 10:42

Toskaveiðan undir Føroyum minkaði niður í helvt í fjør.

Í 2019 vórðu landað 20.000 tons av toski undan Føroyum, men í fjør minkaði nøgdin niður í 9.000 tons. Afturgongdin er 53,5 prosent, vísa tøl hjá Hagstovun.

Hýsuveiðan minkaði ein fjórðing, men meira varð landað av upsa í fjør enn í fyrraárið.

Meira varð eisini landað av longu og brosmu, ávikavist 21 og 36 prosent, samanborið við 2019.

Avreiðingarvirðið fyri botnfisk undan Føroyum minkaði 228 milliónir kr. í fjør, ella ein fjórðing. 

Sama nøgd av uppsjóvarfiski

Uppsjóvarskipini landaðu somu nøgd í fjør sum í fyrraárið. Avreiðingarvirðið var óbroytt.

Meiri varð landað av svartkjafti og makreli. Meira fekst fyri svartkjaftin, men minni fyri makrelin. 

Fiskiskapurin eftir sild minkaði níggju prosent, og avreiðingarvirðið minkaði eisini níggju prosent.

Sí meira um avreiðingartølini her

Uppsjóvarskipini landaðu somu nøgd í fjør sum í fyrraárið, og avreiðingarvirðið var tað sama sum í 2019 (Mynd: Hagstovan)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751