Kommunurnar minni inn í skatti

Kommunurnar minni inn í skatti
Kommunurnar fingu 3,72 prosent minni í persónsskatti í januar í ár samanborið við januar í fjør, vísa fyribils tølini frá TAKS
 
04.02.2021 - 06:13

Kommunurnar fingu í januar í ár góðar 153 milliónir krónur inn í skatti, samanborið við góðar 159 milliónir krónur í fjør. 5,9 milliónir krónur minni.

Allarflestu kommunurnar fingu minni inn í persónsskatti í januar í ár enn í fjør.

Av teimum stóru kommununum, fekk Tórshavnar kommuna 1,54 prosent minni inn í skatti of Klaksvíkar kommuna 11,25 prosent minni.

Eysturkommuna 4,20 prosent, Sunda kommuna 2,21 prosent, Vága kommuna 2,83 prosent og Fuglafjarðar kommuna 5,1 prosent minni inn í kommunuskatti 

Landið eisini minni inn í skatti

Bara níggju av teimum 29 kommununum í landinum hava fingið meira inn í skatti. Fýra kommunur høvdu ein vøkstur størri enn eitt prosent í persónsskattainntøkunum í januar í ár. Tað eru Fugloyar, Nes, Eiðis og Skúvoyar kommunur.

Landið fekk eisini minni inn í skatti í januar 2021 enn í januar í fjør. Tilsamans komu 3,75 milliónir krónur minni inn í skatti. Tað svarar til 2,75 prosent minni.

Eftirlønarskatturin vaks hinvegin við útvið fimm prosentum frá januar í 2020 til januar 2021. Eftirlønarskatturin er partur av fíggingini av eldraøkinum, sum kommunurnar vara av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161