Ung eru meira opin fyri viðgerð í dag

Ung eru meira opin fyri viðgerð í dag
Eitt stutt prát við sálarfrøðing um sálarheilsuna hjá ungum í dag.
 
04.02.2021 - 09:23

Í greinarøðini “Stríðið, sum ikki sæst” hevur verið varpað ljós á Føroyskan ungdóm, sum hevur ymiskar sálarligar trupulleikar. Talan er um erligan og djarvan ungdóm, sum øll hava lýst hetta stríð sera væl.

Fyri at taka saman um og enda hesa greinarøð, havi eg sett meg í samband við sálarfrøðingin Súsonnu Skaale. 

 

Upplivir tú í tínum arbeiði, at nógv ung hava tørv á hjálp/viðgerð?

- Í dag arbeiði eg hjá “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum er eitt viðgerðartilboð til børn og ung, hvørs foreldur hava rústrupulleikar. Men áðrenn hetta starv, arbeiddi eg í 5 ár á miðnámsskúlaøkinum. Her hevði eg samrøður við miðnámsskúlanæmingar. Vit vóru tveir sálarfrøðingar í hesum starvi, og vit veittu sálarfrøðiliga hjálp til næmingar kring alt landið. Árligu hagtøl okkara vístu, at vit høvdu samrøðutilgongdir við umleið 100 næmingar um árið. Hetta talið var rímiliga støðugt øll fimm árini.

 

Tað er trupult at meta um, hvørt hetta er eitt stórt ella lítið tal, tí hetta sálarfrøðiliga tilboðið er bara fimm ára gamalt. Av tí sama er grundarlagið fyri samanbering ógvuliga lítið. At tað er trupult at meta um, hongur eisini saman við, at tað er blivið nógv meira sosialt góðtikið at ganga til sálarfrøðing hesi seinastu árini. Hetta er eisini viðvirkandi til, at fleiri í dag eru sinnað til at royna tað enn fyrr. Mínar royndir eru, at tey ungu í dag eru opin fyri at royna samrøðuviðgerð. Fyri summi vísir hetta seg eisini til at vera júst tað rætta - og fyri onnur ikki. 

 

Annars er evnið "sálarheilsan hjá føroyskum ungdómi" eitt umfatandi evni við nógvum nuansum og vinklum. Í 2017 gjørdu eg og Annika H. Davidsen sálarfrøðingur eina kanning av sálarheilsuni hjá føroyskum miðnámsskúlanæmingum. Kanningin finst inn á www.psykolog.fo og til ber at lesa um sálarheilsu hjá ungum. 

 

Ber tað til at koma fyri seg og fáa ein vanligan gerandisdag, hóast man hevur tað trupult sálarliga?

- Stutt og greitt, kann eg siga ja, tað ger tað heilt vist. 

 

Hvør hjálp er at heinta? og hvønn kann man sum ungur venda sær til?

- Eitt nú ber til at fara inn á www.psykolog.fo. Har sæst yvirlit yvir sálarfrøðingar í Føroyum. Eisini eru mong ymisk tilboð til ung, m.a. Berin, Sinnisbati og sum áður nevnt "Øll hava rætt til góð barnaár". Miðnámsskúlatilboðið og Dat-ung er eisini eitt tilboð. 

 

Hvat er umráðandi at minna seg sjálvan á, tá ið man er ungur og hevur sálarligar avbjóðingar?

- Tað finnast nógvir stuðulsbólkar og síður á teimum sosialu miðlunum. Hetta fyri tey, sum hava tørv á stuðul ella jaligum orðum. Tað er lætt atkomuligt at finna slíkar síður á teimum sosialu miðlunum. 

 

Hvussu kann man sum avvarðandi hjálpa einum, sum stríðist?

Hetta er sera ymiskt. Umráðandi er at hugsa um aldurin hjá tí, sum stríðist. Eisini skal mann hugsa um, hvussu sambandið er millum tann avvarðandi og persónin, ið stríðist. Tað er munur á, hvørja ábyrgd tú hevur sum foreldur hjá einum, sum stríðist, og hvørja ábyrgd tú hevur sum eitt barn ella systkin. Eisini avhongur tað av, hvørja trupulleikar viðkomandi stríðist við.  

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. juni
Morgunlestur leygardagur 22. juni 2024
176802
Fríggjadag 21. juni
RagnarRokk 20.juni 2024
176048
Fríggjadag 21. juni
Vikuskiftið 21 juni 2024
177095
Fríggjadag 21. juni
EM-tíðindi: 21. juni 2024
177079
Fríggjadag 21. juni
Morgunlestur fríggjadagur 21. juni 2024
176801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. juni
Veðrið - teknmálstulkað
177106
Fríggjadag 21. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177105
Fríggjadag 21. juni
Veðrið
177099
Fríggjadag 21. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177073
Mikudag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176988