Fleiri ferðsluóhapp, tó uttan skaða

Fleiri ferðsluóhapp, tó uttan skaða
Fleiri ferðsluóhapp vóru í gjár og í nátt, tó uttan fólkaskaða
 
06.10.2024 - 10:18

Á vegastrekkinum millum Áargeil og Gundadalsvegin í Havn endaði ein bilur í gjár í eini á eftir fyrst at hava koyrt ígjøgnum eina girðing. Eingin fólkaskaði var, men illgruni var um rúsdrekkakoyring, og blóðroynd var tikin av bilførarunum.

Í nátt var ferðsluóhapp við ljóskurvarnar í Bøkjarabrekku í Havn, har ein bilur koyrdi út fyri ein annan. 

Annar bilurin kundi ikki koyra víðari, og Sløkkiliðið mátti flyta hann burtur. Annar bilførarin verður helst ákærdur fyri ikki at hava hildið ferðslureglurnar.

Og í Skálafirði koyrdi ein bilur tíðliga í morgun inn í bilverjuna. Bilurin fekk stóran skaða, og pláturnar vórðu tiknar av honum. Heldur ikki í hesum førinum var fólkaskaði, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025