Til reiðar at kvetta sambandið við ES

Til reiðar at kvetta sambandið við ES
Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, ávarar ES ímóti at seta fleiri tiltøk í verk móti Russlandi
Russiski utanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, ávarar ES
 
12.02.2021 - 13:46

Russland er til reiðar at kvetta sambandið við ES, um so er, at fleiri og lemjandi revsitiltøk verða sett í verk móti landinum.

Tað segði russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, í samrøðu í dag við heimasíðuna hjá russiska uttanríkisráðnum.

Russiska avgerðin at handtaka andstøðuleiðaran, Aleksej Navalnyj, hevur skalað viðurskiftini millum Russland og ES. 

Í vikuni ávaraði Russland um, at landið fór at svara ES aftur á sama hátt, um ES setur nýggj tiltøk í gildi móti Russlandi.

Koyrdu sendifólk av landinum 

Tá uttanríkisleiðarin í ES, Josep Borrell, herfyri var á vitjan í Russlandi, vísti Russland trimum sendifólkum úr Týskalandi, Póllandi og Svøríki av landinum. 

ES-tinglimir hava funnist hvassliga at ferðini hjá Borrell til Moskva.

Sambært Lavrov fer Russland ikki at avbyrgjaa seg frá heiminum, men landið má vera til reiðar, um nýggj tiltøk raka viðkvæmastu økini í landinum.  

- Vilt tú hava frið, mást tú eisini vera til reiðar at fara í kríggj, sigur Lavrov.

Bara um tað loysir seg

Hann sigur, Russland hevur nógv mest handilssamband við ES, og nógvar evropiskar fyritøkur arbeiða eisini í Russlandi.

- Og tað skal halda fram, men bara, um tað er tað eisini loysir seg fyri Russland, sigur Lavrov.

- Vit eru longu sjálvbjargin á hernaðarøkinum, og vit skulu eisini verða búskaparliga sjálvbjargin, sigur hann

Hesin setningurin er við í sjónbandaðu útgávuni av samrøðuni, men í útskrift av samrøðuni á heimasíðuni hjá uttanríkisráðnum er setningurin ikki við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194