Búnaðarstovan fríkent festaran í Oyndarfirði

Búnaðarstovan fríkent festaran í Oyndarfirði
Talan er ikki um misrøkt, sigur Búnaðarstovan, sum hevur lokað málið
Landsdjóralæknin og Búnaðarstovan kannaðu støðuna á festinum í Oyndarfirði eftir fráboðanina um misrøkt. Nú sigur Búnaðarstovan, at talan var ikki um misrøkt
 
18.02.2021 - 14:20

Búnaðarstovan hevur fríkent festaran, Hans Kristian Abrahamsen, sum hevur eitt festi í Oyndarfirði, og sum í fjør varð skuldsettur fyri at misrøkja festið.

Talan er ikki um eitt mál um misrøkt, sigur Búnaðarstovan í boðum til festaran. Og tí er málið lokað, skrivar Búnaðarstovan.

Munandi færri seyðir

Í tíðindaskrivi sigur festarin, at hann yvirtók festið í Oyndarfirði í juli 2019, og tá vísti tað seg millum annað, at munandi færri seyðir vóru í haganum, enn upplýst var frammanundan. Eisini vísti tað seg, at seyðurin var ringur at fáast við, og fleiri ær høvdu nógvar pesjur, og høvdu helst ikki verið í rætt í fleiri ár.

Allar ærnar, sum komu í rætt, fingu heilivág sum fyriskrivað er, men nógvur seyður gekk eftir í haganum, og tað var av hesum seyðinum, sum ikki hevði fingið heilivág, og heldur ikki var komin at fáa sær at eta, at fleiri vóru deyðar, skrivar festarin.

Fleiri ær, sum vóru komnar í rætt máttu avlívast, tí tær fóru ikki upp í vekt, hóast tær blivu væl fóðraðar. 69 prosent av lombunum, sum vórðu flett í 2019, vigaðu niðan fyri 24 pund, og hvør gørn var full av bendilormi. Harafturat var nógv lús á seyðinum.

Fylgt øllum mannagongdum

Síðani 18. mai í fjør hevur Búnaðarstovan fylgt við festinum, og nú hevur Búnaðarstovan endaliga staðfest, at núverandi festari hevur fylgt øllum mannagongdum, og at seyðurin er væl handfarin. Búnaðarstovan ger tí ikki meira við málið.

Lombini á festinum, sum vórðu flett í heyst, vigaðu í miðal umleið fimm pund meira, enn miðalvektin var á lombunum í 2019, skrivar festarin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221