Fysioterapeutfelagið havt aðalfund

Fysioterapeutfelagið havt aðalfund
Klæmint Isaksen, sum hevur sitið í nevndini í nógv ár, stillaði ikki uppaftur á aðalfundinum
Nevndin í Fysioterapeutfelagnum eftir aðalfundin, sum var leygardagin
 
22.02.2021 - 08:57

Ingibjørg Matras er nývald í nevndina hjá Fysioterapeutfelag Føroya.

Klæmint Isaksen, ið hevur verið í nevndini í nógv ár, stillaði ikki uppaftur, tá ið felagið hevði aðalfund leygardagin. 

Fýra nevndarlimir stóðu fyri vali. Bjartur Thomsen, Sólfríð Skoradal og Ingunn Hansen vórðu afturvald í nevndina. Ingibjørg Matras er nývald, og Trine Skov Eysturoy og Bárður Jacobsen eru tiltakslimir.

Nevndin í Fysioterapeutfelag Føroyra sær soleiðis út: Augusta Mikkelsen, Hjørleif Niclasen, Jóngerð Biskopstø, Sólfríð Skoradal, Bjartur Thomsen, Ingibjørt Matras og Ingunn Hansen. 

Á komandi nevndarfundi fer nevndin at skipa seg.

Augusta Mikkelsen er forkvinna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161