Biden givið boð um fyrsta álopið

Biden givið boð um fyrsta álopið
USA bumbaði í gjár mál á markinum ímillum Sýria og Irak. Minst 17 hermenn lógu eftirá, umframt at fleiri fólk vórðu særd
 
26.02.2021 - 09:56

Tað var Joe Biden, forseti, sum gav boð um at bumba eina herstøð í økinum, tí har halda hermenn til, sum eru vinarliga sinnaðir mótvegis Iran, skrivar AFP.

Boðini um at bumba í økinum komu eftir fleiri rakettálop á amerikanskar hermenn, upplýsir ovasti talsmaðurin í amerikanska verjumálaráðnum, John Kirby.

Iran vísir skuldsetingum aftur

Deildirnar, sum nú eru bumbaðar, skutu rakettir eftir eini amerikanskari herstøð hálvan februar, og nakrar dagar seinni vórðu amerikanskir hermenn særdir í einum álopi norðan fyri Bagdad.

Amerikanska verjumálaráðið hevur skuldsett Iran fyri at skipa fyri álopunum í Irak, men tí hevur Iran víst aftur. Hetta er fyrsta álopið, sum Joe Biden, forseti, hevur givið boð um, eftir at hann tók við sum forseti.

Álopið sendir greið boð um, at amerikanski forsetin hevur sett sær fyri at verja amerikanskar hermenn og hermenn hjá sameindu deildunum í Irak, sigur talsmaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262