Netbankarnir koma upp í Samleikan í heyst

Netbankarnir koma upp í Samleikan í heyst
Nýggj altjóða lógarkrøv til peningastovnar gera, at arbeiðið at knýta netbankarnar í Samleikin er seinkað
Væntandi koma netbankarnir eisini upp í Samleikan í heyst
 
02.03.2021 - 15:19

Netbankarnir verða eftir ætlan knýttir í Talgilda samleikan í heyst.

Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Johan Dahl í Sambandsflokkinum, sum hevur spurt um málið.

Í løtuni samstarva Talgildi samleikin og peningastovnarnir um at menna skipanina, og veitarin hjá peningastovnunum (SDC A/S) ger í løtuni royndir, har Samleikin verður nýttur at innrita í teirra test-skipan.

Nýggj krøv

Nýggj altjóða lógarkrøv til peningastovnar gera, at arbeiðið at knýta netbankarnar í Samleikin er seinkað. Lógakrøvini hava við sær týðandi broytingar av Talgilda samleikanum, soleiðis at tað ber til hjá peningastovnum at brúka Samleikan at skriva undir skjøl og peningaflytingar.

Broytingarnar verða mettar kosta 2,5 milliónir krónur, og tær fara at taka hálvt ár at menna og seta í verk.

Talgildi samleikin hevur kostað 60 milliónir kr. at menna. Hann er millum teir fremstu í heiminum. 

Í løtuni eru fleiri føroyskir stovnar, fyritøkur og kommunur í holt við at menna atkomuna til Samleikan. Eisini eru fyrispurningar uttanlands um at góðkenna Samleikan til at eyðmerkja tænastur uttanlands, upplýsir Jørgen Niclasen í svarinum til Johan Dahl.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025