- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sýta fyri at brúka frágreiðing sum prógv

Turkiski dómstólurin, sum viðger málið móti saudiarabarunum, sum eru ákærdir fyri at hava dripið Jamal Khashoggi, vil ikki brúka amerikonsku frágreiðingina sum prógv í málinum.
Frágreiðingin frá amerikonsku fregnartænastuni varð almannakunngjørd í februar.
Sambært henni, var tað saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed bin Salman, sum gav boð um at drepa saudiarabiska journalistin, Jamal Khashoggi, í saudiarabiska konsulátinum í Istanbul í 2018.
Unnustan hjá Khashoggi ovfarin
Tað var unnustan hjá Khashoggi, Hatice Cengiz, sum heitti á dómstólin í Istanbul um at brúka amerikonsku frágreiðingina sum prógv í málinum móti teimum 26 saudiarabarunum, sum eru ákærdir in absentia.
Í gjár boðaði dómarin í málinum frá, at frágreiðingin hevur ikki týdning fyri málið. Unnustan hjá Jamal Khashoggi er ovfarin av niðurstøðuni.
– Frágreiðingin sigur beinleiðis, at krúnprinsurin er sekur. Tí vilja vit hava dómstólin at hana í rættarmálið, segði Cengiz eftir avgerðina, skrivar journalistan.no

























