Ætla at fáa vindmyllurnar á Eiði upp í ár

Ætla at fáa vindmyllurnar á Eiði upp í ár
Treytin er, at øll neyðug loyvi verða fingin til vega skjótt, sigur SEV
Soleiðis hugsar SEV sær, at tær fýra vindmyllurnar á Eiði fara at síggja út í landslagnum
 
10.03.2021 - 15:19

SEV arbeiðir framvegis við vindmylluverkætlanini á Eiði.

– Vit hava enn vónir um at fáa tær fýra myllurnar upp í hesum árinum, men tað krevur, at øll neyðug loyvi verða fingin til vega skjótt, sigur Brian Joensen, verkætlanarleiðari hjá SEV.

Verkætlanin er minkað úr seks vindmyllum niður í fýra, men enn vanta nøkur neyðug loyvi, millum anna byggiloyvi, avgerð frá Yvirfriðingarnevndini og avtalu við hagan um lendið.

Dótturfelag vann útboðið

Vindfelagið í Neshaga, sum er dótturfelag hjá SEV, vann útboðið hjá orkumyndugleikanum um vindmyllulund á Eiði í 2019.

Farið varð beinanvegin undir at gera fyrireikandi arbeiðið, sum millum annað umfatar árinsmetingar, umhvørvisgóðkenning, byggiloyvi og avtalu við haga um lendið.

Arbeiðið tók tó munandi longur tíð, enn orkufelagsskapurin væntaði. Loyvið til vindorkuframleiðslu umfataði seks seks vindmyllur, og í løtuni verður arbeitt við at finna eitt annað øki til tær báðar seinastu vindmyllurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213