Myanmar: Blóðugasti dagurin síðani kvettið

Myanmar: Blóðugasti dagurin síðani kvettið
39 fólk lógu eftirá í mótmælunum í gjár í Myanmar
Løgreglan roynir at spjaða eina mótmælisgongu í Yangon sunnudagin 14. mars
Mynd: AP  
 
15.03.2021 - 07:11

Dagurin í gjár var tann blóðugasti í Myanmar, sum er fyrrverandi Burma, síðani herurin tók valdið í landinum 1. februar.

39 fólk lógu eftirá í mótmælunum í gjár, upplýsir felagskapurin, Assistance Association for Political Prisoners, sambært Reuters.

22 fólk lógu eftirá í einum ídnaðarøki í býnum Yangon. Tað hendi, eftir at ókend fólk høvdu sett eld á fleiri verksmiðjur í økinum, harímillum tvær kinesiskar.

Kinesiska sendistovan í Myanmar hevur heitt á myndugleikarnar uym at tryggja kinesisku ognirnar í landinum, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290