- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatingið avgreiðir verjuavtaluna í dag
Fólkatingið avgreiðir verjuavtaluna í dag
Avtalan er longu samtykt í grønlendska landstinginum

Øll í uttanríkis- og verjunevndini hjá fólkatinginum uttan grønlendski flokkurin, Naleraq taka, undir við avtaluni og mæla til, at hon verður samtykt óbroytt.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix
19.11.2026 - 08:12
Fólkatingið fer í dag at avgreiða verjuavtaluna millum Grønland, Danmark og USA.
Øll í uttanríkis- og verjunevndini hjá fólkatinginum uttan grønlendski flokkurin, Naleraq taka, undir við avtaluni og mæla til, at hon verður samtykt óbroytt.
Nevndin sendi Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisraðharra, 22 skrivligar spurningar, sum hann svaraði.
Avtalan er longu samtykt í grønlendska landstinginum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























