FarsÓttin - dokumentarur um koronu í Føroyum

FarsÓttin - dokumentarur um koronu í Føroyum
Óttin fyri ókenda virusinum í Fjareystri gjørdi, at nøkur klók høvd í Føroyum brynjaðu føroyska samfelagið til at taka ímóti sóttini
 
18.03.2021 - 16:02

Eftir Dag og Viku týskvøldið 23. mars kemur ein dokumentarsending um koronu í Føroyum. 

Sendingin hevur heitið "FarsÓttin."

Óttin fyri ókenda virusinum í Fjareystri, sum kundi menna seg til eina alheims farsótt, gjørdi, at nøkur klók høvd í Føroyum av sínum eintingum brynjaðu føroyska samfelagið til at taka ímóti sóttini.

Uppgávan eydnaðist, tí at vit valdu at halda fast og trúgva upp á egna vitan.

“FarsÓttin” er sjónvarpsdokumentarur við nýggjum og erligum frásøgnum frá fakligu høvuðspersónunum og frá sjúklingum. Vit verða leidd gjøgnum tíðina frá januar 2020, tá korona fór at gera um seg í Kina, til í dag, nú koppsetingin ber boð um eitt frælsari lív.

Kenneth Jørgensen og John Johannessen hava lagt dokumentarsendingina til rættis.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424