7,8 prosent eru liðugt koppsett

7,8 prosent eru liðugt koppsett
Tilsamans eru 10.770 koppsetingar gjørdar í Føroyum
4.129 fólk hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett
 
31.03.2021 - 10:25

4.129 fólk eru nú liðugt koppsett fyri koronu. Tað svarar til 7,8 prosent av fólkatalinum.

6.641 fólk hava fingið fyrra prikið, og tað svarar til 12,5 prosent av fólkatalinum.

Í gjár vórðu 319 fólk koppsett. 308 fingu fyrra prikið og 11 seinna prikið.

Tilsamans eru 10.770 koppsetingar gjørdar.

Nú verður ein steðgur í koppsetingini til eftir páskir, tá meiri koppingarevnið kemur til landið, skrivar korona.fo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040