Huawei 62 milliardir í avlopi í fjør

Huawei 62 milliardir í avlopi í fjør
Umsetningurin vaks fýra prosent, upp í 8.600 milliardir krónur
Roknskaparúrslitið hjá Huawei í fjør var tað besta higartil hjá kinesiska telerisanum
 
31.03.2021 - 10:54

Úrslitið hjá kinesiska telerisanum, Huawei, í fjør var tað besta higartil, skriva tíðindastovurnar Reuters og AFP.

Huawei hevði 62 milliardir kónur í avlopi í fjør.

Umsetningurin vaks fýra prosent, upp í 8.600 milliardir krónur.

Politiskt ódnarveður

Sølan av serliga snildfonum og nógva sølan í Kina yvirhøvur hava lagt aftrat metgóða úrslitinum. 

Aðrastaðni í heiminum er sølan hjá Huawei minkað, m.a. í USA, tí kinesiski telerisin er komin í politiskt ódnarveður.

Umframt at selja snildfonir og teldur, hevur Huawei sett netskipanir upp ymsastaðni í heiminum, m.a. í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345