Vilja hava fleiri kvinnur út í rúmdina

Vilja hava fleiri kvinnur út í rúmdina
Evropiski rúmdarstovnurin vil hava fjølbroytni, og heitir tí serliga á kvinnur um at søkja
Evropiski rúmdarstovnurin søkir nú eftir fólki at senda út í rúmdina
 
31.03.2021 - 15:51

Evropiski rúmdarstovnurin, ESA, søkir í dag eftir fólki at senda út í rúmdina. Talan er um fýra til seks rúmdarfólk 

ESA vil hava fjølbroytni í stovninum, og heitir tí serliga á kvinnur um at søkja. 

ESA hevur í løtuni sjey virkin rúmdarfólk, og av teimum er ein kvinna.

Umframt fýra til seks rúmdarfólk, verður talan eisini um eini 20 eyka rúmdarfólk, sum fáa styttri tíðaravmarkað setanarbræv.

Tey, sum søkja, skulu m.a. lúka strongu krøvini um góða útbúgving, og vera likamliga og sálarliga væl fyri.

Umsøkjarin skal hava í minsta lagi kandidatutbúgving í vísindum, medisini, tøknifrøði, støddfrøði ella teldufrøði, skal duga enskt og vera ríkisborgari í einum av ESA-londunum.

Tilgongdin meira enn eitt ár

Tilgongdin at gerast rúmdarfólk er drúgv og kann, sambært ESA, taka meira enn eitt ár. 

Í oktober 2022 verður væntandi greitt, hvørji nýggju rúmdarfólkini verða.

ESA varð stovnað í 1975, og 22 lond eru limir. Í Norðurlondum eru Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland limir í ESA.

Hetta er triðju ferð, at ESA søkir eftir rúmdarfólki.

Evstamark at søkja er 28. mai. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985