Fara undir bergholið til Fámjins í ár

Fara undir bergholið til Fámjins í ár
Landsverk bjóðar nú fyritøkum at verða undangóðkendar at bjóða upp á arbeiðið
Gongst sum ætlað, fáa fámjingar berghol í seinasta lagi í 2023-24
 
14.04.2021 - 15:32

Byggifyritøkur fáa nú møguleikan at verða undangóðkendar at bjóða upp á arbeiðið at gera tunnil til Fámjins, og at gera vegir í sambandi við bergholið.

Bergholið verður umleið 1200 metrar langt, og tað skal gerast frá vegnum oman fyri Ørðavík til vegin oman fyri Fámjin.

Haraftrat skulu gerast umleið 1.000 metrar av landsvegi oman fyri Ørðavík og umleið 400 metrar oman fyri Fámjin. Nýggjar íbindingar skulu gerast oman fyri Ørðavík og Fámjin til gomlu farleiðina upp um Ørðaskarð.

Samlaða vegalongdin verður umleið 2,6 kilometrar. 

Ætlanin er at byrja í ár

Landsverk sigur, at ætlanin er at bjóða arbeiðið út seinni í ár, og at fara undir arbeiðið seint í hesum árinum.

Verkætlanin skal eftir ætlan verða liðug í seinasta lagi í 2023-2024. 

Freistin at biðja um at verða undangóðkendur er fríggjadagin 14. mai klokkan 14. 

Soleiðis hugsar Landsverk, at nýggi tunnilin til Fámjins fer at síggja út. (Mynd: Landsverk)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595