Norski Oljugrunnurin veksur skjótt

Norski Oljugrunnurin veksur skjótt
Nú eru meir enn 11.000 milliardir krónur í grunninum
 
24.04.2021 - 12:44

Norski Oljugrunnurin hevði 382 milliardir krónur í inntøkum í fyrsta fjórðingsári í ár, skrivar NTB. Samstundis hækkaði virðið í grunninum upp í meira enn 11.000 milliardir krónur.

Stjórnin nýtti 83 milliardir krónur úr grunninum í fyrsta fjórðingsári. Virksemið hjá Oljugrunninum byggir mest á at eiga partabrøv í nógvum fyritøkum kring heimin, og tað er 70 prosent av virkseminum hjá grunninum.

Grunnurin eigur partabrøv í 9.000 feløgum kring heimin. Tað kann fara at minka, tí norska stjórnin vil hava virksemið at minka við 25 til 30 prosentum.

Norska fíggjarmálaráðið vil hava grunnin at minka um virksemið í smáum fyritøkum, fyri á tann hátt at minka um umsitingina. Norski Oljugrunnurin hevði sítt higartil besta ár í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870