- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri 1. mai dagshald
Fleiri 1. mai dagshald

01.05.2021 - 12:33
Í dag er 1. mai, og í Havn skipar Havnar arbeiðarafelag fyri 1. maidagshaldi kl 15 á Vaglinum.
Teir tríggir røðararnir eru Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Helena Dam á Neystabø, fyrrverandi løgtingskvinna, og Kári Johansen, býráðslimum og limur í Havnar arbeiðarafelag. Havnar Hornorkestur spælir. Útvarpið sendir frá 1. maidagshaldinum í Havn.
Í Vestmanna skipar Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag fyri 1. mai-dagshaldi á Reyða torginum.
Røðarar verða Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelags, og Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya.
Vestmanna Hornorkestur spælir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























