India: 3.689 deyð við COVID-19 seinasta samdøgrið

bannari
India: 3.689 deyð við COVID-19 seinasta samdøgrið
Samstundis sum talið av deyðum setir met, vórðu tað í gjár staðfestir meira enn 400.000 nýggir tilburðir eftir bara 24 tímum
 
02.05.2021 - 14:28

Ongantíð fyrr eru so nógv fólk í India deyð við COVID-19 sum seinasta samdøgrið. Seinastu 24 tímarnar eru 3.689 fólk í landinum deyð við smittuni, siga heilsumyndugleikarnir í India.

Serfrøðingar siga, at tað er ikki óhugsandi, at tað eru fleiri deyð enn almennu tølini vilja vera við, skrivar BBC. Samstundis, sum talið av deyðum setir met, vórðu tað í gjár staðfestir meira enn 400.000 nýggir tilburðir eftir bara 24 tímum.

Koppsetingin skot fyri bógvin

Støðan á sjúkrahúsunum er ring, og í løtuni mangla seingjarpláss og súrevni á sjúkrahúsunum í India. Forsætisráðharrin og ráðharrin í heilsumálum hava í dag umrøtt vanlukkuligu støðuna í landinum.

Øll vaksin fólk í India kunnu nú verða koppsett, men koppsetingarætlanin fekk í gjár eitt skot fyri bógvin. Fleiri støð boðaðu frá, at tey ikki høvdu nóg mikið av koppingarevni til at koppseta tey 18 - 44 ára gomlu.

Heilsumyndugleikarnir í India siga, at 84.599 fólk í aldursbólkinum 18 - 44 ár hava fingið fyrru koppsetingina í dag. Einki annað land í heiminum framleiðir so nógv koppingarevni sum India, og landið hevur í løtuni steðgað øllum útflutningi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619