Málið um skottilburð í Miðvági fyri rættin

Málið um skottilburð í Miðvági fyri rættin
Maðurin, sum skeyt eftir løgregluni, er ákærdur fyri drápsroynd
Ákærdi maðurin sigur seg einki minnast til hendingina í Miðvági 9. desember í 2019
 
03.05.2021 - 15:46

Um tvær vikur byrjar rættarmálið móti einum manni, sum skeyt eftir løgregluni í Miðvági 9. desember í 2019.

Maðurin er ákærdur fyri drápsroynd.

Ein løgreglumaður varð raktur, og maðurin varð eisini sjálvur raktur av skotum frá løgregluni, segði Steen Nørskov, chef-politiinspektørur, við útvarpið dagin eftir skottilburðin.

Løgreglumaðurin varð røktur í høvdið av skotinum, men hann var í hjálmi og fekk ikki stórvegis skaða.

Maðurin, sum skeyt, mátti flytast niður á Ríkissjúkrahúsið at fáa viðgerð fyri skotløstirnar. Hann varð raktur av trimum skotum.

Verið í varðhaldi

Maðurin, sum er í 30-unum, hevur sitið í varðhaldi síðani.

Statsadvokaturin kannaði løgreglumannin, sum skeyt. Men í mai í fjør avgjørdi statsadvokaturin í Keypmannahavn av at gevast við kanningini, tí niðurstøðan var, at løgreglumaðurin skeyt í sjálvverju, ella fyri at verja starvsfelagar.

Málið byrjar í Føroya rætti 17. mai, og fimm dagar eru settir av til málið.

Ákærdi maðurin sigur seg einki minnast til hendingina tann 9. desember í 2019.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776