- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvalbiartunnil: Her er skráin

Stórur dagur í Hvalba í dag. Tað er í dag, at tunnilin verður tikin alment í nýtslu.
Dagurin byrjar við Roynhøllina í Hvalba, har boðið verður til morgunmat við rundstykkjum og køku. Eisini verður okkurt søtt til børnini, umframt at hoppiborgir vera á økinum.
Síðani verður farið til tunnilsmunnan, har Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, bera fram røðu.
Niðanfyri sæst øll skráin fyri dagin.
Kringvarpið hevur fólk á staðnum.
Skráin fyri almenna hátíðarhaldið:
Kl. 09:00
Leigubussar koyra frá Drelnesi til Roynhøllina í Hvalba.
Kl. 09:00 – 11:00
Morgunmatur við Roynhøllina í Hvalba. Bussar koyra frá Roynhøllini til tunnilin.
Kl. 11:30 – 12:00
Røður og horntónleikur við tunnilsmunnan Hvalbiarmegin.
Kl. 12:00
Allon og Betta koyra ígjøgnum tunnilin.
Rennarar og fólk til gongu fara ígjøgnum tunnilin.
Bussar koyra gongufólk frá viðarlundini í Trongisvági til Hvalbiar
Kl. 12:30
Ellisakfør og motorsúkklur koyra ígjøgnum tunnilin.
Kl. 13:00
Tunnilin verður opin fyri almennari ferðslu.

























