Tvær milliónir til Koltursgransking

Tvær milliónir til Koltursgransking
Ein danskur grunnur letur nú pening til náttúrugransking í oynni
 
12.05.2021 - 05:02

Aage V. Jensens Fonde letur Tjóðsavninum tvær milliónir, ið skulu brúkast til at kanna plantu- og djóralívið í oynni.

Náttúrugranskingin í Koltri byrjaði í 2019, og hetta arbeiðið kann nú halda fram eftir at peningur er latin til granskingina.

Komandi trý árini verða mannagongdir gjørdar, sum leggja granskingina í eina fasta legu, so til ber at fylgja  broytingum í náttúruni, og ikki minst skjalfesta broytingarnar.

Skal minka um vitanargloppið

Koltur verður fyrsta stóra náttúrufriðøki og rannsóknarstøð í Føroyum. Tiltøk verða eisini gjørd, sum koma at endurbøta partar av oynni til tað, sum er meira upprunaligt.

Tað er alstórur tørvur á at kanna, hvussu náttúran er fyri í Føroyum, og við tíðini fer eisini at bera til hjá føroyingum at síggja náttúru uttan mannaskapta ávirkan.

Granskingararbeiðið í Koltri fer at skapa eitt grundarlag fyri náttúruvísindaligum kanningum í framtíðini. Verkætlanin fer eisini at minka um stóra vitanargloppið innan náttúru í Norðuratlantshavinum, sigur Tjóðsavnið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365